Enn ein eykasýning við Jákupi

Atgongumerki til stand-up showið hjá Jákup Veyhe, ?Meðan vit liggja við Kaj?, ganga sum heitt breyð, og tískil verður enn ein eykasýning í Norðurlandahúsinum. Atgongumerkini til seinastu eykasýning vóru øll skrædd burtur innan nakrar fáar tímar, og tískil er avgerð tikin um, at hava enn eina eykasýning av showinum.

 

Eykasýningin verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið kl. 19.30, og atgongumerkini fáast hjá Norðurlandahúsinum.