Enn ein drangur tikin

Ikki færri enn tvær ferðir vóru menn uppi á Konuni í gjár. Konan er ein drangur norðanfyri Kunoynna.

Fyri fyrstu ferð sum vit vita um, hava menn verið uppi á Konuni. Konan er ein drangur, ið liggur norðanfyri Kunoy, og er 71 metrar høgur. Oyggin sigst hava fingið navn eftir dranganum.

 

Í gjár klatraðu fyrst Bergur Mikladal, Bartal F. Mikladal og Jóhannus Hansen upp á Konuna.

– Í dag eydnaðist tað mær, Bergur og Bartal at gera tað sum øll gift mannfólk hava roynt síðan tíðarinnar morgun, vit klintraðu uppá Konuna, sum teir fyrstu nakrantíð, skrivar Jóhannus Hansen á sínum Facebook-vanga, haðani myndin er.

 

Eftir ætlan skuldi John Petersen, sum var uppi á Geirrøvlinum á Kalsoynni hósdagin, vera við teimum, men honum barst undan. Tó so, seinni út á dagin lá fyri og John Petersen skrivar á sínum Facebook-vanga, at hann fekk ein vinmann at sigla seg norður.

Tá vóru teir júst á veg upp á toppin. Eg bíðaði til teir komu oman, og bað teir lata endan liggja eftir, so eg fekk brúkt hann á veg niðan á toppin. Tá teir vóru farnir, byrji eg at klintra upp á Konuna einsamallur, hetta var ein serlig uppliving og avbjóðing, skrivar John Petersen.

 

Jóhannus Hansen, John Petersen og Bergur Mikladal, umframt Pætur Jørðdal Niclasen, vóru í juli mánað eisini uppi á Trøllkonufingri.

 

Á Facebookvanganum hjá Jóhannus Hansen og John Petersen eru fleiri myndir at síggja frá teirra túrum.