Enn ein dopingsyndari dømdur

Eysturríksi súkkluíðkarin, Bernhard Kohl, sum fyrr í ár varð avdúkaður fyri doping hevur fingið ta størstu revsingina, sum ein kann fáa innan súkkluítróttina. Bernhard Kohl sleppur ikki at taka lut í nakrari súkklukapping í 2009 og 2010.

 

Fjølmiðlarnir møttu einum vónsviknum Bernhardi Kohl, sum fer at umhugsa um hann skal kæra dómin hjá eysturríkska antidopingarstovninum, Nada. Kohl varð avdúkaður fyri at brúka dopingarevni, ið nevnist ?Cera? í Tour de France kappingini í summar. Kohl gjørdist annars nr. 3 í kappingina, og hann vann fjallasúklingina, sum er ein hjákapping í Tour de France.

 

Bernhard Kohl viðgekk seg sekan fyrr í ár, og lovaði, at hann seinni skuldi avdúka hvør hevði givið honum dopingarevni. Men tað letur ikki til, at hann hevur hildið hetta lyftið, nú hann hevur fingið ta størstu revsingina.

 

Bernhard Kohl heldur sjálvur, at teir súkkluíðkarnir, ið traðka fram og játta seg sekar, eiga at fáa eina linari revsing, og tí er hann bjartskygdur um, at hann kann fáa eina linari revsing, við at kæra dómin.