Enn ein donsk frumútgáva av Auster

Fyri fjóðru ferð á rað verður ein bók eftir amerikanska høvundan Paul Auster nú frumútgivin á donskum

Avtalan millum danska forlagið Kofoed og væl umtókta høvundan er úrslit av áralanga vinarlagnum millum stjóran á forlagnum Per Kofoed og Paul Auster. Per Kofoed er í løtuni í ferð við at lesa handritið, ið hevur enska heitið Travels in the scriptorium, og kann avdúka, at fleiri av persónunum í øðrum bókum eftir Auster ganga aftur nýggju bókini. Travels in the Scriptorium fær danska heitið Rejser i skrivestuen og kemur út 1. juni