Heili tveir nýggir filmar um Charles Darwin eru á veg í samband við 200-árið fyri at Darwin varð føddur.
Hjúnini Paul Bettany og Jennifer Connelly eru júst farin undir at innspæla filmin ?Creation? og nú eru Joseph Fiennes og Rosamund Pike eisini farin at innspæla ein nýggjan film um vísindamannin Charles Darwin og konu hansara.
Báðir filmarnir verð frumframførdir í 2009, ið er 200 árið fyri, at Darwin varð føddur. Enski granskarin verður eisini heiðraður í Avstralia. Býurin Darwin er uppkallaður eftir honum og verða ein røð av vísindarligum og mentanarligum tiltøkum.
Í 2009 eru 150 ár eisini liðin, síðan Darwin gav út høvuðsverk sítt, ?The Origin of the Species?, sum m.a. framførdi, at menniskjuni stamma frá apunum.