Enn ein borgarstjóri hevur nú boðað frá, at hann stillar upp til løgtingsvalið. Tað er Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, sum hevur gjørt av at stilla upp, og hann stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin.
Annars hevur Sjálvstýrisflokkurin kunngjørt seks onnur valevni í dag.
Tey eru Jógvan Skorheim floksformaður og Poul Jákup Poulsen, formaður í landsnevndini hjá flokkinum. Fyrrverandi formaðurin, og núverandi næstformaður, Kári P. Højgaard, stillar eisini upp
Sonni í Horni er ikki einasti býráðslimurin, sum stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin, tí tað ger Bárður Kass Nielsen, býráðslimur í Runavík, eisini.
Hini bæði valevnini eru Arnfríð Vestergaard, landbúnaðarfrøðingur, í Sumba, og Sofus Hansen, arbeiðsmaður av Norðskála.
Annars verður hetta ikki einastu valevnini hjá flokkinum til løgtingsvali, tí fleiri fleiri fara at koma á listan sum frálíður.