Minst 21 palestinar doyðu, tá ísraelski herurin gjáranáttina søkti at einari palestinskari flóttafólkalegu í Gaza-geiranum. 50 palestinar vórðu særdir.
Ísraelski herurin leyp á flóttafólkaleguna Jabaliya við stríðsvognum og tyrlum. Umleið 200.000 fólk búgva í leguni, sum er ein tann størsta í teimum palestinsku økjunum. Palestinskir talsmenn søgdu í gjár, at ísraelskir hermenn kringsettu fyrst leguna, áðrenn stríðsvognarnir fóru inn í sjálva leguna. Samstundis lupu stríðstyrlurnar á.
Palestinski samráðingarleiðarin, Saeb Erekat, segði í gjár, at álopið á Jabaliya var ikki annað enn framhald av krígsbrotsverkunum hjá ísraelska forsætisráðharranum, Ariel Sharon.
- Álopið prógvar, at Sharon heilsar teimum báðum amerikansku semingsmonnunum, Dick Cheney og Anthony Zinni, vælkomnum við palestinskum blóði, segði Saeb Erekat.
Dick Cheney, varaforseti skal hitta fleiri leiðarar í Miðeystri teir næstu dagarnar, og Anthony Zinni, sum er serligur semingsmaður hjá George W. Bush, forseta, skal royna at fáa ísraelsmenn og palestinar til samráðingarborðið.










