Enn ein bók um havnarfólk frá Birgari

Í dag, mikudagin 24. november, verður ein nýggj bók hjá Birgari Johannessen løgd fram í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn.

Talan er um bókina »Tórs­havn - bý­ur og bý­ar­børn«, ið snýr seg um havnarfólk, sum eru fødd árini 1901 til og við 1905. Bókin er 240 síður við hópin av myndum og ym­isk­um yv­ir­lit­um. Í hesum tíð­ar­skeiði var m.a. fyrsta fim­leik­ar­fel­ag í land­i­num stovnað eins og fyrsta horn­or­kest­ur, eins og Havnar Bolt­fel­ag, Losjan og fyrsti før­oyski pol­i­tist­ur verð­ur sett­­ur í starv.

Í bók­i­ni stend­­ur m.a. hvat komm­­unan kost­aði at reka í 1902-1903, eins og dag­førd­ur skip­a­listi er í bókini. Perm­an á bók­ini er prýdd við ein­um mál­n­ingi, sum Kristin í Geil mál­aði umleið 1910.

Bókin er bygd upp sum eitt uppslagsverk, ið hevur stór­­an týdning fyri Havnina, sum helst er einasti býur í heim­i­num, sum kann vísa á lívs­skei­ð­ið hjá hvørjum ein­støk­um borgara, sigur Birgar Jo­hann­e­sen.

Bókin verður løgd fram og signerað í Post­hús­kjall­ar­a­num mikudagin frá kl. 15-18.