Enn ein bók frá Elifi Samuelsen

Gestur hjá veruleikanum er tann triðja bókin hjá Pär Lagerkvist, sum for­lagið HEMLIÐ gevur út í før­oysk­ari týðing eftir Eilif Sam­u­el­sen

Barabbas kom út á vári í 2008 og Bøðilin kom um heyst­ið sama árið.

Gestur hjá veruleikanum er sjálv­s­æv­i­søguliga frá­søgn­in hjá Pär Lagerkvist. Hon er um tann lítla dreingin Anders og upp­vøkst­ur hansara við eini jarn­breyt­ar­støð ­í tí svenska smá­b­ý­num um aldarskiftið 1900. And­ers sær umheimin sum í­gjøgnum eitt vindeyga og livir heilt í sínum egna ver­u­leika, og hann hugsar nógv um tað, sum hendir utt­an um hann. Bókin lýsir ta spennandi ferðina á skinn­ar­a­vagninum við páp­a­num, sum arbeiðir á jarn­breyt­a­støðini, út at vitja abb­an og ommuna, sum búgva á einum bóndagarði úti á landinum.

Ein týðandi táttur í bók­ini er bønarsteinurin í skóg­inum. Hagar fer And­ers, tá ið gráviðrað er, vindur og regn. Veður og vindur ger tann rætta karmin um hug­lag hans­ara. Og hóast hann bið­ur til tann sama gud, sum tey har heima, so er tað higar út hann má fara við sínum brenn­andi bønum um, at hann skal ikki doyggja. Óttin fyri deyðanum er trúgvi fylg­is­­svein­ur hansara.

Men Gestur hjá veru­leik­a­num nemur eisini við nakrar av teim­um eksistensiellu spurn­ing­u­num, sum Pär Lag­er­kvist ofta dróst við, samanrenningin við ræðsl­una fyri at doyggja og hvussu gudstrúgvin í upp­vøkstrinum er tann fasta grund­in, tá ið ein er í ferð við at koma sær upp millum tey vaksnu.

Bókin, sum kom útí gjár, er 124 bls. og kostar 180 kr. Bókin fæst til keyps í øllum bókabúðum og á heimasíðini hjá Forlagnum HEMLIÐ – www.hemlid.fo