Fyri fjórðu ferð í ár er ein deyðadømdur fangi avrættaður í Texas. Tann 39 ára gamli maðurin var dømdur til deyða fyri at hava myrt tvær stjúkdøtur og mammu teirra fyri tíggju árum síðani.
Hann varð avrættaður við einari eiturinnspræning.
Hetta er tann fimti deyðadómurin, sum er fullførdsur í USA higartil í ár og tann fjórði í Texas.
Av teimum 54 fangunum, sum vórðu tiknir av døgum í USA í fjør, vórðu 23 avrættaðir í Texas.