Fyri fjórðu ferð í seks teimum seinastu dystunum sá høvuðsvenjarin hjá Svendborg, Julian Johnsson sínar menn spæla ein 1-1 javnleik.
Gamli stríðsmaðurin á føroyska landsliðnum, og lið hansara vitjaðu Skovbakken í dysti í 2. deild Vestur. Jesper Mikkelsen legði Svendborg á odda 1-0, tá 46 minuttir vóru farnir av dystinum. Leiðslan helt sær til eitt lítið korter var eftir, tá Jonas Steensig syrgdi fyri, at Skovbakken fekk javnleik 1-1.
Svendborg hevur tveir sigrar og fýra javnleikir í seks teimum seinastu dystunum. Svendborg liggur nummar 9 i 2. deild Vestur við 31 stigum. Tvey stig eru niður til niðurflyting. Heili seks lið flyta niður í samband við umleggingina av tí donsku fótbóltsliguni til komandi kappingarár.