Hondbóltur
VÍF er aftur í ár til reiðar at bjóða av í føroyska hondbóltsoddinum. Í øllum førum, um útgangsstøðið skal takast í fyrsta dystinum hjá teimum í ár.
Hóast VÍF aloftast hevur verið ovara liðið á stigatalvuni, so hevur talan eisini aloftast verið um tættar uppgerðir móti grannunum úr KÍF, men soleiðis bleiv tó ikki sunnudagin.
Frá fyrsta bríksli var tað VÍF, sum setti seg á dystin, og munin, sum teir vunnu sær fyrstu løtuna, spiltu teir sær ongan tíð av álvara burtur. Eitt lítið skifti í seinna hálvleiki var KÍF um at skapa veruligan spenning íaftur, men við fleiri skjótum málum á rað, punkteraði VÍF effektivt dystin. Og so kundi tað gera tað sama, at kollfirðingarnir fingu loyvi at pynta nakað um úrslitið seinastu løtuna.
Fakta um dystin
KÍF-VÍF 23-29 (8-14)
10 min: 1-5
20 min: 4-9
40 min: 15-18
50 min: 18-26
Málskjúttar
KÍF: Regin Petersn 6, Niklas Reginsson 5(1), Rógvi Weihe 3, Hallur Hansen 3, Jákup Trygvason 2, Teitur Joensen 1, Suni Johannesen 1, Tony Weyhe 1, Jan Ottosen 1
VÍF: Sámal Joensen 8(2), Áki G. Olsen 6, Bjarti Hansen 5, Sjúrður Poulsen 4, Agnar Joensen 3, Eli Müller 1, Sámal J. Drhushuus 1, Regin Joensen 1
Brotskøst: KÍF 2, VÍF 2
Útvísingar: KÍF 5, VÍF 3
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen.










