Enn dýrari at fara til handils

Sama innkeyp er 14,60 kr. dýrari í dag, enn tað var í januar. Hetta er ein vøkstur á meir enn fýra prosent Sosialurin hevur samanborið eitt innkeyp, sum blaðið gjørdi 15. januar í ár, við prísin á somu vørum í dag.

Í januar visti Sosialurin at siga, at tað er hundadýrt í Føroyum, um vit samanbera prísir í Føroyum og Danmark. Nú hevur blaði so samanborið prísirnir á vanligum húsarhaldsvørum í dag við prísirnar í januar.

Ikki óvæntað er kostnaðurin hækkaður, nevniliga við góðum fýra prosentum bara hetta seinasta hálva árið.

Tá kostaði innkeypið 357,85 kr. í mun til 372,45 í dag. Sostatt var innkeypið dýrkað 14,60 kr., og er hetta ein vøkstur á meir enn fýra prosent.

Sigarettirnar seta seg fyri ein góðan part av vøkstrinum, men eisini vanligar matvørur eru hækkaðar nógv.

Innkeypið samsvarar eisini við hækkingina í brúkaraprístalinum seinastu ársfjórðingarnar, og prógvar bara, at tað er vorðið dýrari at vera føroyingur.