? Enn er ikki komið tann heilt stóra gongdin á nevndararbeiðið. Vit hava bert havt ein fund, og á hesum fundinum varð mest tosa um, hvussu vit skulu fara at leggja nevdararbeiðið til rættis. Hetta sigur Klæmint Veihe, ið er formaður í nevndini, ið skal taka sær av málinum um undirsjóvartunnil um Vestmannasund. Hann sigur víðari, at limirnir í nevndini ikki hava tann heilt stóra forkunnleikan til málið, og tískil nýtist teimum tíð at seta seg inn í tað tilfar, ið finnist um hetta mál.
Klæmint Veihe sigur, at høvuðsuppgávan hjá nevndini er at gera álit til Vinnumálastýrið um fyrimunir og vansar við undirsjóvartunnili um Vestmannasund. Hetta heldur hann tekur tíð at seta seg inn í, men sigur hann tó, at nevndin aftur hevur fund á skránni tann 28. januar, har skráin verður meira nágreinilig, enn hon var á tí fyrsta fundinum.