Hetta seinasta árið er tað vorðið 1,9 prosent bíligari at búgva í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð hjá hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at frá triðja ársfjórðingi í fjør, til triðja ársfjórðing í ár, er prístalið lækka 1,9 prosent.
Serliga eru tað útreiðslurnar til býli, sum eru nógv lækkaðar hetta seinasta árið.
- Rentan á íbúðalánum er farin 14,2 prosent niður, og prísurin á brenniolju til húsarhald er lækkaður 16,9 prosent. Tilsamans er býliskostnaðurin farin 7,3 prosent niður, sigur Hagstovan.
Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Prísurin í klæðum eru lækkaðir 2,3 prosent, flutningsprísirnir eru farnir 2,2 prosent niður, og príslækkingin í tí, tey kalla ymiskar vørur og tænastur, hevur verið 3,0 prosent. Samstundis er prísurin á mati lækkaður 0,5 prosent í miðal.
Hinvegin er tað vorðið 2,1 prosent dýrari at roykja og at drekka.
Hagtstovan sigur, at hendan seinasta ársfjórðingin er prístalið 0,6 prosent lægri enn tað var í øðrum ársfjórðingi.
Hendan seinasta ársfjórðingin eru útreiðslurnar til býli lækkaðar 2,9 prosent og klæðir, skógvar, og annað, er eisini lækkað.
Prísurin á mati hevur at kalla staðið í stað, men tað er vorðið 0,4 prosent dýrari at gista á hotelli og at eta á matstovu, ella keypa mat frá matveitarum.