Enn bíligari at brúka undirsjóvartunlarnar

Prísirnir at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar verður aftur nú lækkaður

 


Nú verður enn bíligari at koyra ígjøgnum teir báðar undirsjóvartunlarnar.

 

Tað hava nevndirnar í báðum tunlunum samtykt og príslækkingin kemur í gildi á nýggjárinum.

 

Nevnirnar staðfesta, at frá januar til november í ár er ferðslan økt 4,9 prosent í Vágatunlinum og 6,2 prosent í Norðoyatunlinum.

 

Verður ferðslan í desember áleið tann sama sum í desember fjør, fara tilsamans 620.000 akfør at koyra ígjøgnum í Vágatunnilin í ár og 790.000 akfør fara at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin.

 

Henda økta ferðslan gevur grundarlag fyri at lækka prísirnar, sigur nevndirnar.

 

Sostatt lækkar prísurin fyri einstakar túrar hjá vanligum bilum, 10 krónur, niður í 100 krónur, og kubbarnir lækka eisini 100-200 krónur, alt eftir, hvussu stórir teir eru.

 

Árshaldini lækka eisini 50 krónur um mánaðin, ella 600 krónur fyri árið.

 

Fyri størri akfør lækka prísirnir eisini, men tann lækkingin er umleið tvær ferðir so stór í krónum, sum lækkingin fyri vanligar bilar.