Enn betri heilsukor til tey eldru

Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen

----

 

Leikluturin hjá teimum eldru í samfelagnum er sera nógv broyttur hesi seinnu árini og krøvini eru eisini ørðvísi enn tey vóru fyri fáum árum síðani. Hugsa vit um eldraøkið eru tað fleiri góð tilboð, sum eru komin hesi seinnu árini, og sjálvandi tí hettar er neyðugt fyri at samfelagið skal virka fullgott.

 

Vit hava fingið røktarheim og sambýlir. Felagskapirnir Hugni og Dagtilhald, sum gera eitt sera gott og ríkt arbeiði í Klaksvík, har eldri kunnu koma saman og hugna sær. Eisini er tilhaldið á Búðutrøð, sum er eitt stað fyri fólk, sum so smátt eru farin at gloyma, har starvsfólkini hava nógva vitan innan hetta økið. Støðan kann tó gerast munandi betur.

 

Viðgerðarhættirnir og møguleikarnir eru nógv betri í dag enn fyri fáum árum síðani. Hettar viðførir so aftur, at fólkið livir longri enn fyrr.

 

Men at liva longri er ikki nokk. Vit vilja øll hava eitt gott kvalitetslív, líka mikið aldur.

 

Og tað er her eg hugsi um fyribyrgjandi arbeiði. Oftani tykist fyribyrgjandi arbeiði sera tungt og dýrt í byrjani, men tað gongur sjáldan long tíð, áðrenn hettar er vunnið innaftur.

 

Eitt hugskot er, at Klaksvíkar Kommuna, gevur øllum borgarum 67 ár og eldri tilboð um, at ein sjúkrarrøktarfrøðingur kann koma við jøvnum millumbili at tosa við tey, og kanna teirra heilsustøðu. Somuleiðis, sum hesi eldru undir vitjani hava møguleika at spyrja sjúkrarøktarfrøðingin um ymiskt fyrifallandi.

 

Hesi tilboð fara óiva at hava við sær, at um einum feilar eitthvørt, verður tað avdúkað meðan tíð er, sum aftur ger, at tað skal ikki nógv til, at viðkomandi heldur fram við einum góðum kvalitetslívi.

 

Og hevur tú eitt gott lív við góðari heilsu, ert tú førur fyri stórt sæð alt, sjálvt um aldurin er har. Um tú hevur hug at fara til arbeiðis, gert tú tað, somuleiðis sum tú eisini kann luttaka í ymiskum frítíðarítrivum.

 

Ikki dámar mær væl at rokna í krónum og oyrum, tá ið vit hugsa um eldraøkið. Men eg kann ikki lata vera við at nevna, at um Klaksvíkar Kommuna setir ein sjúkrarøktarfrøðing í starv, kostar tað minni í løn um árið, enn eitt røktarheimspláss.

 

Hettar átakið er roynt aðrastaðni við sera góðum úrslitum.

Og vónandi vil Klaksvíkar Kommuna seta hettar í verk her norðuri.