Og nú tríggjar dagar seinni er einki navn komið oman fyri Jacob Vestergaard á listan við valevnum til tóma sessin hjá Jørgen Niclasen í Fíggjarmálaráðnum.
Men tað krevur, at løgmaður bakkar frá avgerðini, sum hann tók 20. desember, tá Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur løgdu landsstýrissessirnar frá sær fyri at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum. Tí tá segði løgmaður, at tey bæði ikki fóru at verða sett aftur sum landsstýrisfólk.
Og løgmaður fer helst at bakka og siga, at »nú er ein nýggj støða«. Og tað er ein nýggj støða, eftir at Jørgen Niclasen mátti fara frá, tí hann í er tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Í løtuni hevur Fólkaflokkurin tveir púra blankar og óroyndar landsstýrismenn. Annar hevur verið virkin í flokkinum, meðan hin meldaði seg inn í Fólkaflokkin eftir at hann gjørdist landsstýrismaður 6. januar í ár.
Tí er neyðugt at fáa ein persón at umboða Fólkaflokkin í landsstýrinum, sum kann umboða og stabilisera flokkin í breiðastu merking. Og tað kann Jacob Vestergaard, hóast hann eisini kann hava síni heilt serligu sjónarmið í mun til Fólkaflokkin, sum eitt nú í radaramálinum.
Tað verður tikið sum givið, at Fólkaflokkurin ikki fer út um tingmanningina hesaferð at finna landsstýrisfólk. Og tá Jørgen Niclasen kann halda fram sum tingmaður, hóast hann møguliga verður dømdur fyri rúsdrekkakoyring, so sleppa tey undan at loyva Anniku Olsen sæti aftur á tingi. Ta avbjóðingina hevði flokkurin á jólum. Verður Jacob Vestergaard landsstýrismaður í fíggjarmálum, so kann Heðin Zachariasen, sum misti tingsessin fríggjdagin, aftur taka sæti á tingi - hesaferð fyri Jacob Vestergaard.
Sum skilst á lagnum, so fer løgmaður at loyva, at Jacob Vestergaard kann gerast landsstýrismaður aftur. Um løgmaður ikki ger tað, so kann hann fáa størri politiskar trupulleikar av tí, enn Fólkaflokkurin fær.
Fundurin hjá Fólkaflokkinum, har tey kjósa nýggja landsstýrisfólkið, er nú klokkan 13.