Enn bara ávaringar

1. august verða bøtur skrivaðar fyri at parkera ólógliga á Skálatrøð.

Higatil hava fólk kunnað sett bilin frá sær á parkeringsøkinum á Skálatrøð í Havn fyri dagin. Ella fyri fleiri dagar.

Men av tí at parkeringsøkið varð misbrúkt til at lata bilar standa á í fleiri dagar, verður har nú tíðaravmarkað parkering.

Tey, sum hesa vikuna hava parkerað har ólógliga, eru higartil sloppin við eini heilsan frá politinum undir viskaranum.

Men aftan á ólavsøku verður tað álvari. Tá verða bøtur fyri ólógliga parkering eisini skrivaðar fyri hetta økið.