Enn bíðar Gunnar tolin

Nú fer at líða við leigusáttmálanum, sum føroyski U-21 landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen hevur við Motherwell FC, sum spælir i skotsku Premier League. Talan er um ein leigusáttmála uppá eitt hálvt ár. Graeme Smith er fyrsti málverji hjá Motherwell, og hevur hann álitið hjá venjaranum, Mark McGhee. Tað hevur eisini eydnast Graeme Smith at sleppa undan skaðum og leikbannum higartil. Men Gunnar hevur sitið klárur á beinkinum til dystirnar í skotsku Premier League.

 

Kortini er Gunnar sloppin at royna seg í onkrum dystum við eykaliðnum hjá Motherwell. Gunnar vardi málið tá eykaliðið fekk javnleik 1-1 ímóti Hearts á útivølli. Tvær ferðir hevur Gunnar vart málið hjá eykaliðnum á heimavølli. Talan hevur tá verið um 2-2 javnleik ímóti Falkirk, og ein rættiliga minniligan 1-0 sigur ímóti Celtic.