Pallurin, West Phoenix, sum er bygdur í Korea og nú verður gjørdur liðugur í Noregi, er enn ikki liðugur, og hetta kann ávirka boringina við Føroyar.
Ætlanin var at brúka boripallin at bora fyri ENI í februar 2009, men tað er siðani útsett nakað og nú ljóðar at borað verður í mai. Nú nærkast eisini seinasta ársfjórðingi, tá leiðslan í Chevron saman við sínum partanarum Statoil, Dong og OMV fer at gera av, um spildurnýggja boriskipið Stena Carron skal bora ein brunn í føroyskum øki í 2009. (JM)










