Engla-málið: Maður varðhaldsfongslaður

Maðurin, sum hevur verið undir illgruna fyri at hava burturflutt eina 10 ára gamla gentu í Svøríki seinasta leygardag, er nú varðhaldsfongslaður Tann 42 ára gamli maðurin hevur verið undir illgruna í fleiri dagar, og hóast hann vísir øllum skuldsetingum aftur, bleiv hann í dag varðhaldsfongslaður.

Rætturin í býnum Falun gjørdi í dag av at seta mannin í varðhald.

Svenska Dagbladet skrivar, at maðurin noktar at hava burturflutt ta 10 ára gomlu Englu Høglund, men at rætturin kortini gjørdi av, at hann skal sita í varðhaldi, meðan løgreglan kannar málið.