Svenska løgreglan hevur tikið ein mann, sum kann hava samband við, at Engla Juncosa-Höglund hvarv leygardagin Svensku fjølmiðlarnir skriva, at talan er um ein mann, sum fyrr hevur verið dømdur fyri neyðtøku.
Maðurin, sum er í 40-árunum, varð tikin í gjár, og hann er nú til avhoyringar. Samstundis rannsakar løgreglan bil og íbúð hansara.
Tann 10 ára gamla Engla Juncosa-Höglund hvarv leygardagin í økinum við Hedemora, sum er einar 150 kilometrar í útnyrðing úr Stockholm. Síðani hava løgreglumenn, hermenn og sjálvboðin leitað, men uttan úrslit.










