Engell: Rætt av Mette at útihýsa tey Radikalu

Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum segði í gjár, at hon ynskir sær eina reina javnaðarstjórn eftir valið. – Hon vil senda ein greiðan boðskap, sigur viðmerkjari.

Tað var ein neyðug avgerð hjá Mette Frederiksen at bróta drúgva og siðbundna stjórnarsamstarvið við Tey Radikalu.

 

Tað heldur Hans Engell, politiskur viðmerkjari í Danmark.

 

Brotið við tey Radikalu skal markera, at Javnaðarflokkurin stendur fyri einum strongum útlendingapolitikki.

 

– Tað er eitt drúgt samstarv í stjórn, sum hon boðar frá nú er av, men tað er ein ógvuliga týdningarmikil boðskapur at senda fyri valið. Tað er at siga við Tey Radikalu, at vit vilja ikki tykkara útlendingapolitikk. Javnaðarflokkurin vil ikki geva teimum ta ávirkan, sum tey høvdu undir Thorning-stjórnini, sigur Hans Engell.

 

Forkvinnan í Javnaðarflokkinum boðaði frá í eini tíðargrein í Jyllands-Posten, sum varð almannakunngjørd í gjárkvøldið, at hon ynskir sær eina reina javnaðarstjórn.

 

Sambært Mette Frederiksen fer ein smalri stjórn einans við Javnaðarflokkin at klára seg betur í politiska veruleikanum, har reyði og blái vongur eru í upploysn.

 

– Eg vil ikki standa á odda fyri einum Danark, sum ikki hevur greiðu á útlendingapolitikkinum, sigur hon við Jyllands-Posten.

 

Formaðurin í Radikala flokkinum, Morten Østergaard, var skjótur úti at gera viðmerkingar til fráboðanina hjá javnaðarforkvinnuni. Hann ger greitt, at tað ber ikki til at velja politikkin hjá Teimum Radikalu frá og samstundis fáa atkvøðurnar í Fólkatinginum.

 

– Tað er ikki ein fráboðan um, at Tey Radikalu ikki fáa ávirkan. Men tað er ein fráboðan um, at tey ikki fáa ávirkan á útlendingapolitikkin. Tað er greitt, at um tey skulu vera við til at gera stjórnargrundarlagið, so fara tey at leggja trýst á Javnaðarflokkin, sigur Hans Engell.

 

Seinast Javnaðarflokkurin og Tey Radikalu vóru í stjórn saman var frá 2011 til 2015, tá Helle Thorning-Smidt var forsætisráðfrú.

 

Um reyður meiriluti verður eftir valið komandi, so fer Javnaðarflokkurin at vera nógv minni bundin av Teimum Radikalu, heldur Hans Engell.

 

– Tey Radikalu eru ikki í somu støðu, sum tey vóru í 2015. Tá vóru tey neyðug fyri, at Thorning kundi útvega sær meiriluta fyri at skipa stjórn.

 

– Hesaferð mugu vit rokna við, at um reyður meiriluti verður í Danmark, og tey Radikalu leggja trýst á, so fer Danski Fólkaflokkurin at stuðla Mette Frederikssen so ella so, sigur politiski viðmerkjarin.

 

/ritzau/