– Sum heild hevur tað eyðkent føroyskar fólkatingslimir í nógv ár, at teir hava góðar røðaragávur og duga væl at halda talur í fólkatingssalinum á Christiansborg.
Tað skrivar Hans Engell, politiskur viðmerkjari og fyrrverandi politikari, í tíðargrein í Vikuskifti í Sosialinum.
Tíðargreinin umrøður, hvussu føroyskir fólkatingslimir verða uppfataðir úr donskum sjónarhorni, og hvørjar avbjóðingar eru í ríkisfelagsskapinum, nú Arktis hevur fingið størri heimspolitiskan týdning.
– Tað verður sum heild lurtað eftir føroyskum politikarum. Ikki bert tí teir ofta duga væl at bjóða donskum forsætisráðharrum og øðrum stjórnarlimum av, men eisini tí teir vanliga eru forbrent góðir røðarar, skrivar Hans Engell.
Tíðargreinin kann lesast í Sosialinum hetta vikuskiftið.