Engell: Føroyar eru í brennidepli

Vaksandi stórpolitiskur áhugi fyri Føroyum fer at skapa avbjóðingar

Føroyar eru komnar í trygdarpolitiskan brennidepil, nú stórveldini sýna størri áhuga fyri Føroyum og arktiska økinum. Hetta fer at hava við sær avbjóðingar og trupul kjak millum føroyskar og danskar politikarar.

Tað skrivar Hans Engell, politiskur viðmerkjari og fyrrverandi topppolitikari í Danmark, í tíðargrein í Sosialinum um vikuskiftið.

– Í nógv ár fylti klassiski trygarpolitikkurin ikki nógv í føroyskum politikki samanborið við búskaparmál og sjálvsstýri. Eftir at kalda kríggið endaði, minkaði strategiski týdningurin hjá Føroyum, men hendan gongd er so líðandi vend seinnu árini, skrivar hann.

– Myndugleikar og vinnulív í USA, Kina og Russland hava sýnt alt størri áhuga fyri Føroyum. Føroyar eru heilt einfalt endaðar í brennidepli, og tað er eitt nú undirstrikað av amerikonsku sendikvinnuni, Carla Sands, sum fleiri ferðir hevur vitjað Føroyar í sínari embætistíð. Hetta er greiður mótsetningur til tað, sum Føroyar hava verið vanar við frá skiftandi amerikanskum sendifólkum og stjórnum.

– Amerikanska flotavitjanin í 2019 við móttøku fyri framstandandi avgerðartakarum staðfesti skiftið, sum er hent í trygdarpolitikkinum. Tí er tað ein avbjóðing fyri danskar stjórnir, tá ið Tórshavn ikki vil finna seg í at verða marginaliserað, tá ið Danmark luttekur í Arktis og ikki minst í Arktiska Ráðnum. Vit skulu venja okkum til nýggjar politiskar aldur úr Norðuratlantshavinum, heldur Hans Engell.

Hann heldur, at sambandið og samstarvið millum føroyingar og danskarar fara at fáa nýggjar og truplar avbjóðingar í framtíðini.

– Tað fara at koma trupul kjak millum føroyskar og danskar politikarar. Serliga á teimum økjum, har føroysk og donsk áhugamál ikki eru tey somu. Til dømis tá ið føroysk fiskivinnuáhugamál standa upp á spæl, skrivar Hans Engell.

Tíðargreinin kann lesast í fullari longd í Sosialinum hetta vikuskiftið.