Engell: Allir partar geva og taka í stjórnaravtalu

Allir flokkar kunnu spegla sær í stjórnaravtaluni, sigur Hans Engell, politiskur viðmerkari. Hann heldur tó, at tey Radikalu standa eitt sindur meiðslað eftir.

Stutt fyri midnátt eydnaðist tað Mette Frederiksen at finna semju við Radikala Vinstra, SF og Eindarlistan um at skipa eina javnaðarstjórn í Danmark.

Útgangsstøðið fyri nýggju stjórnina ein ein 18 síður langur tekstur um politisku kósina næstu fýra árini.

Og sjálvt um Javnaðarflokkurin skal gjálda ein prís fyri stjórnarvaldið, hevur Mette Frederiksen slakað minni, enn vit kundu havt roknað við, heldur politiski viðmerkjarin.

– Samlað sæð mugu vit siga, at hetta hevur verið ein góð gongd fyri Mette Frederiksen, sigur hann og hveppur seg ikki við at útnevna komandi forsætisráðfrúuna sum stóra vinnaran eftir 20 dagar við stjórnarsamráðingum.

Samstundis heldur Hans Engell, at teir tríggir stuðulsflokkarnir eisini kunnu vera nøgdir við politisku avtaluna.

Hann heldur tað vera óvanligt, at flokkar, sum eru parlamentariskt grundarlag, men ikki eru við í stjórnini, eru við til at skriva grundarlagið, sum ein nýggj stjórn skal virka eftir.

– Tað er ikki soleiðis, at vit kunnu siga, at ein ein risi vinnur, og so tapa hini, sigur Hans Engell.

– Tað er slakað nógv á grøna økinum, sigur hann og nevnir eisini minimunsnormeringar í tí samanhanginum.

Hans Engell metir, at Tey Radikalu er tann av teimum fýra flokkunum, sum komu veikastir úr samráðingunum.

– Um vit skulu tosa um nakran, sum kemur eitt sindur meiðslaður úr tí, er tað helst tey Radikalu, sum spentu bogan so høgt. Hvørki Eindarlistin ella SF høvdu roknað við at komið í stjórn, men tað høvdu tey Radikalu, sigur politisk viðmerkjarin.

 

/ritzau/