Enekk hevur konsert á Youtube

Bólkurin Enekk, sum varð stovnaður í 1991 og gav fýra fløgur út á Tutli í tíðarskeiðinum frá 1993 til 2004, var við á Summarfestivalinum í fjør.

 

Konsertin, sum var í tjaldinum leygarkvøldið 8. august, varð tikin upp á video, og manningin í bólkinum hevur við loyvi frá fyriskiparunum av festivalinum gjørt av at leggja konsertina í heilum líki út á Youtube.

 

Tað vóru Raclip, ið stóðu fyri videoframleiðsluni, Alexandur Gaard tók tónleikin upp, og Høgni Klakkstein hevur ljóðblandað tónleikin.

 

Teir, ið mannaðu bólkin hetta kvøldið, vóru partar av upprunamanningini; Agnar Lamhauge, el. bass og kontrabass, Høgni Klakkstein, trummur, Óli á Grindafløtti, keyboard, og Kári Sverrisson, sang og kassagittar, og Heðin Ziska Davidsen, ið var við á seinastu útgávuni hjá Enekk, ”Meðan vit nærkast jørðini” frá 2004, spældi el. gittar.

 

Tilfarið, ið varð framført á konsertini, er av fyrstu útgávuni og seinastu útgávuni hjá bólkinum, tveir sangir, ið ikki eru útgivnir enn, og sangurin ”Eru vit til?,” ið var við á Amnesty tónum frá 1991.

 

Konsertin sæst í rútinum omanfyri.