Endurvaktir marrudreymar

Enn einaferð fekk KÍ eina vána byrjan upp á kappingarárið, tá EB/Streymur við søguligu trygga 4-0 tók alt við sær

Løgmanssteypið
Jákup Mørk
 Norðoyastevnan 2001 verður neyvan gloymd í hugaheiminum hjá fótbóltshugaðum klaksvíkingum. Tað var nevnliga ta ferðina, at uppflytararnir úr EB/Streymir gjørdu bart, og vunnu ikki minni enn 4-0 á einum KÍ-liði, sum hóast eina trupla kappingarbyrjan avgjørt ætlaði at reisa seg í hesum dystinum.
            Í fjør mundi tað fyri KÍ kennast sum eitt slag av endurtøku, tá teir tvær ferðir í steypakappingini máttu lúta fyri uppflytarunum av Skála, og í ár var tað so aftur EB/Streymur, sum órógvaði. Og tað enntá aftur í Klaksvík.
Vórðu revsaðir
Og sum skilst á lagnum, so var tað eisini fult uppiborið, at EB/Streymur fekk øll stigini við sær. Kanska vóru tað klaksvíkingar, sum høvdu bóltin meira, men teir megnaðu ikki at skapa tað stóra, meðan tað hinvegin var vandi á ferð, tá EB/Streymur setti ferð á.
            Longu undan fyrsta málinum hevði Karsten Joensen stórbjargað eina ferð, men tá hornaspark seinni varð sent innfyri, var hann prísgivin. Bólturin fann vegin á kollin hjá Egil í Bø, sum uttan stórvegis iva stútaði inn.
            Og so gjørdust fortreytirnar hjá EB/Streymi at spæla kontra-bólt uppaftur betri. Serstakliga vóru Magni á Lakjuni í Sorin Anghel væl upplagdir, og tað vóru eisini júst hesir, sum stóðu aftan fyri næsta málið, tó at vertirnir eisini hjálptu til.
            Eitt heldru óskettið bólttap førdi til, at Magni varð spældur júst í røttu løtuni, soleiðis at rangstøðan ikki fangaði hann, og tá málverjin kom út, rullaði hann tvørtur um til Sorin, sum hevði alt málið fyri sær. Og stutt undan steðginum var Sorin aftur upp á spæl, tá hann kom at standa mest sum púrasta leysur í KÍ-brotsteiginum. Aftur her eftir ósketni í uppspælinum hjá KÍ, soleiðis at mótstøðan kundi fanga teir á skeiva beininum.
Royndu at trýsta
KÍ liðið hevði nakað av trupulleikum undan dystinum, tí Alexander Djordjevic var burturstaddur. Hetta noyddi teir at umskipa bæði miðju og álop, og tað var greitt, at hetta órógvaði nakað.
            Seinna umfarið broyttu teir aftur liðið nakað, og eina løtu sá kanska út til, at hetta bøtti um. Við tryggu leiðsluni lótu gestirnir nú mest sum alt spælið til KÍ, sum eisini fekk í lag eitt veruligt trýst. Verjan hjá EB/Streymi við Andrzej Pacek og Egil í Bø sum skiparum, fekk tó fatur á tí allarmesta, og tá klaksvíkingar so eina ferð fingu ein góðan møguleiki, fór annars harða skotið frá Eyðuni Klakstein strúkandi væl framvið málinum.
            Og so hendi tað, sum tað so ofta ger, tá annað liðið leggur nógv fyri í álopspartinum. Gestirnir vunnu bóltin á miðvøllinum, og so setti Marek Wierzbicki ferð á móti tunnu verjuni. Hann sneiddi ein leikara av sær, og ísakaldur mest sum legði hann bóltin inn við nærmaru stong, soleiðis at sigurin varð mest sum sementeraður.
            Og í øllum førum fekk EB/Streymur eitt gott útgangsstøði til bólkaspælið við sigrinum. Komandi vikuskifti eiga teir aftur útidyst, tá teir vitja á Argjum, og kann tann dysturin geva trý stig, fer av álvara at síggja ljóst út. Tá skal KÍ til Vágs at royna seg.
 
Dysturin í tølum
KÍ-EB/Streymur 0-4 (0-3)
0-1: Egil í Bø
0-2: Sorin Anghel
0-3: Sorin Anghel
0-4: Marek Wierzbicki