Endurtaka føroyskt filmskvøld

Áhugin fyri Geytanum í desember var so stórur, at nú verður eitt nýtt filmskvøld í januar.

Stillmynd úr Stina Karina eftir Andrias Høgenni.

Í desember var sum vant skipað fyri einum føroyskum filmskvøldi, har virðislønin Geytin eisini varð handað.

Áhugin fyri tiltakinum var so mikið stórur tá, at tað vóru fleiri filmar og áskoðarar, ið ikki sluppu við. Tí hava fyrireikararnir avgjørt, at hava eitt eyka filmskvøld, har fólk fáa enn eitt høvi at síggja filmarnar, umframt at onkur av teimum filmunum, ið ikki slapp við í fyrstu atløgu, nú verður vístur.

Filmskvøldið verður sunnudagin 17. januar kl. 18.00, og er tað ókeypis atgongd til kvøldið.

Teir filmarnir, ið verða vístir, eru hesir:

Annika Dalsgaard: Óvissa
Trygvi Danielsen: Fuck it
Tommy Flavin: Driving to Thule
Kristopher Paterson: Inside Out
Caro Palm: Jóhan
Sebastian Cordes: The Tourist
Viana Mikkelsen: Sofia
Anton Petersen: Balada
Franklin Henriksen og Rúna Ingunardóttir: Alda
Ása Pálsdóttir & Rebekka Eliasen: At liva við tí
Leo Lávík: Birting
Rói Davidsen: Mítt navn er Adam
Dávur Djurhuus: Gakk tú tryggur
Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge: Tunnan
Sára Wang og Maria Winther Olsen: Slitið saman
Sunniva Sundby: Boys
Andrias Høgenni: Stina Karina
Heiðrik á Heygum: Dalur  