Endurtaka finaluna

TB kann taka seg eitt sindur meira inn á oddaliðið Drátt, um liðið kann endurtaka sigurin á ÍF í steypafinaluni síðsta vikuskiftið  hesaferð hittast liðini í landskappingini

Kvinnuliðini hjá ÍF og TB hittast aftur sunnudagin. Seinastu ferð liðini hittust, var tá TB seinasta leygardag vann steypafinaluna, og einki er at ivast í, at ÍF ætlar sær at hevna hetta. Samstundis er talan eisini um dystin, sum meira ella minni kann avgera stríðið um silvurmerkini í kvinnudeildini.
Eftir at Dráttur tapti sín dyst mitt í vikuna, er møguleikin framvegis til staðar fyri, at TB kann fáa oddaliðið aftur, men so skulu kvinnurnar av Tvøroyri vinna dystin ímóti ÍF.
Í hinum kvinnudystinum hetta vikuskiftið tekur SÍ móti botnliðnum, Mjølnir.
Hjá monnunum er talan somuleiðis um silvurdyst, tá SÍ og Mjølnir takast. Mjølnir sýndi í steypafinaluni, at teir hava kvalitetirnar at lyfta liðið heilt móti tindunum. Og so er spurningurin, hvørt teir megna tann leiklutin enn einaferð.