Seinastu fjúrtan dagarnar hava tey bestu evropeisku hondbóltslandsliðini hjá kvinnum kappast í Serbia, og nú er komið so langt, at finalan og brosnudysturin verða seinnapartin.
Liðini, sum eru komin í finaluna, eru Noreg og Montenegro, og finalan verður sostatt ein endurtøka av finaluni á teimum olympisku leikunum í London í summar.
Tær norsku kvinnurnar komu í finaluna við einum stórsigri á Ungarn, 30 - 19, og liðið úr Montenegro fekk hitt finaluplássið við at vinna ein sera spennandi dyst ímóti vertslandinum Serbia við 27 málum ímóti 26.
Dysturin um triðja plássið og bronsuna er tískil millum Ungarn og Serbia.
Danmark, Svøríki og Ísland hava eisini verið í kappingini í Serbia. Av teimum stóð Danmark seg best og tryggjaði sær 5. plássið við at vinna á Russlandi í tí seinasta dystinum.









