Brasil er aftur á Stade de France, Ongland vitjar í Parkini, Messi tekur móti Ronaldo og Italia vitjar aftur í Týsklandi, har teir vunnu HM í 2006. Millum landsliðs-venjingardystirnar, sum verða spældir í kvøld, er ein endurtøka av HM finaluni í 1998. Ikki tí, liðini hava spælt móti hvørjum øðrum síðani, men hesin dysturin er á sjálvum Stade de France, sum var karmur um søguliga 3-0 sigurin hjá fraklendingum. Zinedine Zidane stjól yvirskriftirnar tann dagin við tveimum málum og tryggjaði Fraklandi sítt fyrsta HM gullheiðursmerki.
Einasta navnið, ið gongur aftur frá HM finaluni í 1998, er Laurent Blanc, sum er franskur landsliðsvenjari. Hann var ein brandur í verjuni hjá Fraklandi alla kappingina, til hann í hálvfinaluni var útvístur. Sostatt mátti verjukempan sita uttanfyri, meðan Zinedine Zidane og restin av liðnum vunnu á Brasil.
Í Parkini tekur Danmark móti Onglandi. Seinast liðini hittust í Parkini vann Danmark heili 4-1. Tað var stórsta tapið hjá Sven-Göran Eriksson sum landsliðsvenjari hjá Onglandi. Fyri fyrstu ferð skal Chelsea miðvallarin, Frank Lampard, ganga á odda við liðskiparabandinum.
Í donsku og ensku miðlinum verður nógv tosa um tveir ungar leikarar, ið helst koma at seta sín dám á dystinum í dag. Danin Christian Eriksen, sum til dagligt spælur við Ajax í Hollandi og Jack Wilshere, sum spælur við Arsenal. Fabio Capello hevur boðað frá, at Jack Wilshere byrjar inni og tað verður á verjukenda miðvøllinum. Eitt pláss á vøllinum, sum Jack Wilshere er ókendur við.
Í Sveits hittast Lionel Messi og Cristiano Ronaldo. Teir verða av mongum mettir sum tveir teir bestu leikararnir í heiminum. Manchester City framherjin, Carlos Tevez, verður ikki at síggja á vøllinum. Landsliðsvenjarin hjá Argentina hevur valt at geva honum frí. Hann skal í vikuskiftinum spæla grannauppgerð móti Manchester United á Old Trafford.
Italia vann HM í 2006. Í hálvfinaluni møttu teir vertstjóðini, Týskland. Í longdu leiktíðini megnaðu italiumenn við Alessandro Del Piero á odda, at koppa vertstjóðini. Í kvøld bresta liðini saman aftur á sama leikvøllinum í Dortmund.
Síðani hálvfinaluna í 2006, hevur Týskland rokkið eini EM finalu í 2008 og eitt bronsu heiðursmerki í HM 2010. Italia hevur hinvegin einki at vísa á síðani HM sigurin í 2006. Bæði í 2008 og 2010 máttu teir takka fyri seg tíðliga í kappingini.
Sponsku heimsmeistarnir skulu á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid taka móti Kolumbia. Sambært SkySports, so kann Barcelona framherjin, David Villa, gerast mest skorandi leikarin á spanska landsliðnum, um hann skorar í kvøld. Í løtuni hava hann og Real Madrid legendan, Raúl, skotið 44 mál í part. Tá hevur Raúl spælt 102 landsdystir og er givið á landsliðnum, meðan David Villa hevur spælt 70 landsdystir.
Útvaldir landsliðs-venjingardystir í kvøld:
Danmark ? Ongland (19:15)
Pòlland ? Noreg (19:30)
Holland ? Eysturríki (19:30)
Frakland ? Brasil (20:00)
Argentina ? Portugal (20:00)
Týskland ? Italia (20:00)
Spania ? Kolumbia (20:30)