Endurtøka av FA Cup finaluni í 1990

Crystal Palace vann seg í FA Cup finaluna á øðrum sinni í søgu felagsins. Eins og í 1990 verður Manchester United mótstøðuliðið

 

Crystal Palace hevur vunnið seg í aðru FA Cup finaluna í søgu felagsins. Hálvfinala var á Wembley leikvøllinum í London í dag millum Watford og Crystal Palace. Crystal Palace vann 2-1.

 

Yannick Bolasie legði Crystal Palace á odda við einum stútara aftaná bara seks minuttirs spæl. Troy Deeney javnaði fyri Watford, tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini gjørdist Connur Wickham stóra hetjan hjá Crystal Palace, tá hann við einum góðum stútara skoraði sigursmálið fyri London-liðið.

 

Eins og fyrru ferð, tá Crystal Palace var í FA Cup finaluni er mótstøðuliðið Manchester United. Tá endaði finalan 3-3 í fyrra dystinum, og í umdystinum eydnaðist tað Manchester United at vinna 1-0. Talan var um fyrsta steypið hjá Alex Ferguson, sum venjara hjá Manchester United.

 

Ein serlig søga um Crystal Palace anno 1990 er, at teir høvdu tapt 0-9 ímóti Liverpool á Anfield í september í 1989. Tá liðini møttust aftur í hálvfinaluni í FA Cup steypakappingini var Liverpool stórfavorittur. Kortini eydnaðist tað Crystal Palace at vinna 4-3, og harvið vinna seg í FA Cup finaluna. 

 

FA Cup finalan verður leikt á Wembley leikvøllinum í London, leygardagin 21. mai klokkan 17.30.