- At hava eina greiða ungdómsrødd er neyðugt fyri einhvønn politiskan flokk. Tað siga tey, sum nú hava boðið til fundar at endustovna Ung fyri Miðflokkinum. Fundur verður hóskvøldið.
Felagið hjá ungdóminum í Miðflokkinum hevur verið óvirkið í nøkur ár, men nú hava nøkur ung tikið stig til at endurstovan politiska ungmannafelagið, sum eitur Ung fyri Miðflokkin.
Teir tríggir, Dánjal Mourtisson Joensen, Hallur av Rana og Martin í Grund bjóða til almennan fund, har øll áhugað eru vælkomin at verða við. Fundurin verður hóskvøldið klokkan 19 á Panorama, Hotel Hafnia. Umframt kjak, viðtøkusamtykt og val av nevnd fer formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, at røða um dagsaktuel mál.










