Endurskoðan

Einaferð ljóðaði, at Finn Norman Christensen-bygnaðurin skuldi endurskoðast, tí ein ávís ásannan av stirvni var at hóma í politiska umhvørvinum. Vit hava einki sæð til hesa endurskoðan enn, men skulu vera teir fyrstu til at heilsa henni vælkomnari, tá hon einaferð kemur.

Tað er altíð gott at endurskoða bygnað og mannagongdir við millumbili fyri at stremba ímóti so góðari tænastu fyri borgaran sum møguligt. Føroyska miðfyrisitingin í núverandi líki hevur ikki nógv ár á baki, og ikki kann sigast, at alt hevur hepnast líka væl, ið hon hevur fingist við. Vit hava mangan nevnt landsverkfrøðingsmálið og síggja nú, at onnur stýri, kanska vegna ivasamari politiskari leiðslu, hava trupulleikar at umsita síni málsøki. Her kunnu vit til dømis nevna Almanna- og Heilsumálastýrið undir leiðslu av Helenu Dam á Neystabø.


Sum sagt kann trupulleikin liggja í ivasamari politiskari leiðslu, men Føroya land má hava ein bygnað í miðfyristingini við einum effektivum embætisverki, ið tolir ivasama politiska leiðslu uttan stórvegis trupulleikar. Hetta er tíverri ikki støðan í dag. Kanska er partur av trupulleikanum, at røttu profilarnir ikki sita í røttum størvum. Til dømis kann man seta spurnartekin við, hvussu skilagott tað er, um tað veruliga hendir í ár 2000, at fólk við so at siga ongum akademiskum ancienniteti kunnu sita sum deildarstjórar og enntá kanska hava hildið formanssessir í almennum nevndum.


Var støðan, at tað var ein stórur mangul uppá fólk við góðum pappírum, so var støðan eitt sindur meira skillig, men tað kann eftir øllum at døma ikki verða støðan, tá menn við góðum pappírum og nógvum ára royndum verða koyrdir til hús, sum eitt nú undanfarni landsverkfrøðingur. Vit mugu í hvussu so er hava somikið stórt álit á nýggja bygnaðinum og leiðsluni av honum, at tað ikki hevur verið studentararbeiði at koyrt almennar stovnsleiðarar til hús. Slíkt høvdu ábyrgdarfullir landsstýrismenn og aðalstjórar ivaleyst aldrin kunnað góðtikið, tí sjálvsagt hevði slíkt verið kannað fyrr ella seinni.


Politiska leiðslan og leiðslan í umsitingi tryggjar ivaleyst í dag, at eitt nú frágreiðingar latnar løgtinginum og síðani útgivnar, verða skrivaðar av fólki við pappírunum í ordan, og at slíkar rapportir ella analysir verða eftirhugdar av fólki við drúgvum royndum og góðum yvirliti yvir, hvat hevur verið gjørt á økinum tey seinastu nógvu árini. Helst er tað so, at eitt stýri sum ? fyri bert at nevna eitt dømi - Vinnumálastýrið, tryggjar, at tað ikki kemur inflatión í starvsheiti og frágreiðingar, tí fólk uttan pappír ella júst útklakt fólk uttan stórvegis innlit í søgu og mannagongdir, einsamøll sleppa at yvirtaka málsøki og ábyrgdarøki, uttan at fakliga fundamentið er stívað ordiliga av. Seinasti bakstopparin, ið óivað tryggjar støðið í umsitingini, má verða Búskapar- og Løgfrøðingafelagið, ið ivaleyst við íðni verjir um sítt fakøki soleiðis, at formelt arbeiði krevur formell pappír.


Hóast omanfyristandandi, so er ivaleyst gott við einari uttanveltaðari endurskoðan av bygnaðinum, tí tað kann vera, at støðan ikki heilt er, sum vit tulka hana.mur plaga vit at siga.

Umframt at kvøða og dansa á varmakelduhelluni, plaga vit altíð at syngja úr Føroya Fólks Songbók, har hópur av framúr vøkrum songum eru at finna. Latum okkum í framtíðini bera so í bandi, at henda bók við skaldsligum perlum ? verður nýtt og at hon verður ikki skift út við aðrar sangir, ið skaldsliga ikki koma »Føroya Fólks Songbók« til knýggja. Vandin lúrir, tí ávirkanin uttanífrá er stór og sterk og mangan er tað so, at tað ikki eru vit sjálvir, ið seta mørkini, men onnur uttanífrá.

Hans Andrias Djurhuus vísir í síni yrking eisini á tann sosiala týdningin tað hevði at koma saman út í náttúruni tá hann sigur soleiðis:


Har kendist høgt at lofti

og langt á óndskaps mið.

Fró sótu tey hjá keldu í

semju lið um lið.

Tey tóku upp í lógvan

og drukku heilsubót,

so tváaðu tey andlit og

hond og bróst og fót.


Latum okkum halda fram við hesum at fara út í náttúruna og njóta hana í góðum vinalag ? í góðum anda, soleiði sum fræga skald okkara Hans Andrias Djurhuus yrkti.

Góða Varmakeldustevnu.


Signar á Brúnni