Endurskoða fíggingarlóg

Í Íslandi hevur ráðharrin í vinnumálum, Björgvin G. Sigurðsson, gjørt av at seta ein arbeiðsbólk at endurskoða lóggávuna um útlendskt íløgu- og fíggingarvirksemi í Íslandi.

 Sambært fjølmiðlunum ætlar ráðharrin, at lóggávan skal vera jalig mótvegis útlendskum fíggingarstovnum, sum ætla sær at virka í Íslandi. Neyðugar avmarkingar í lóggávuni skulu vera einfaldar, men tað almenna skal tryggja sær neyvt eftirlit við útlendska virkseminum.