ENDURSKINSDAGURIN 7. desember - nú fara vit í skuffur og skáp at leita eftir endurskinum.
Endamálið er at leita fram so nógv endurskin, sum til ber og at elva til at tey verða nýtt.
ENDURSKINSDAGIN 7. desember verður funnið fram til, hvør flokkur hevur flestu endurskinini í mun til næmingar í flokkinum.
Føroya Sparikassi letur 3000,- kr. til vinnaran. Nr. 2 fær 2000,- kr. og nr. 3 fær 1000,- kr.
ENDURSKINSDAGURIN 7. desember er framhald av átakinum “Vit síggjast”, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Føroya Sparikassi hava havt saman í 8 ár, har allir næmingar í 1.-2.-3. og 4. flokki í fólkaskúlanum hava fingið hvør sítt endurskin.
Les meira um átakið á www.rff.fo