Endurskinsátakið: »Vit síggjast«

Í hesum døgum skipa Føroya Sparikassi og Føroya Lívstrygging, saman við Ferðslutrygd, fyri einum rættuligum ?fólkaátaki? at fáa fólk at nýta endurskin

Í hesum døgum skipa Føroya Sparikassi og Føroya Lívstrygging, saman við Ferðslutrygd, fyri einum rættuligum ?fólkaátaki? at fáa fólk at nýta endurskin. Átakið verður kallað ?Vit síggjast?. Endurskin eru gjørd til allar næmingarnar í fólkaskúlanum og harumframt til næmingarnar í miðnámsútbúgvingunum. Barnagarðar og dagsstovnar sum heild eru eisini íroknaðir. Tilsamans eru endurskin gjørd til fleiri enn 10.000 fólk. Tað eru tvey sløg av endurskini til hvønn: eitt sokallað ?jogging?-endurskin, sum við karðalási verður fest um bein ella arm og so tvey smærri endurskin, sum verða límað á skógvahælin.

Tað er Føroya Sparikassi og Føroya Lívstrygging, sum rinda framleiðsluna av endurskinunum, meðan Ferðslutrygd stendur fyri at fáa endurskinini út til skúlarnar. Vónað verður, at skúlaleiðslurnar taka væl í móti og skipa fyri, at næmingarnir fáa endurskinini. Vónað verður eisini, at lærarar gera sítt til at fáa næmingarnir at nýta endurskinini - og tað serliga nú meðan myrkt og hávetur er. Um so er at endurskin resta í, er bara at seta seg í samband við Ferðslutrygd


Við vón um góða undirtøku

Ráðið fyri Ferðslutrygd ? Føroya Sparikassi ? Føroya Lívstrygging