Endurskin úr Álandi

Fríggjadagin lat upp ein serstøk framsýning í Listaskálanum við álendskari list

Havn: Framsýningina nevna tey "Reflexer från Åland i Nordisk Triangel".
Talan er um eitt rættiliga stórt úrval av list úr hesum oyggjabólkinum, tí ikki færri enn átta listafólk eru við á hesi framsýningini.
Á framsýningini sýna tey fram málningar, vatnlitsmyndir og grafikk, eins og tey hava við sær listarverk við blandaðum tøkni.
Tey átta, ið sýna fram eru Keathy Ericsson-Jourdan, Kkjell Ekstrøm, Guy Frisk, Isa Hallstrøm, Lill-Anne Kull, Jonas Wilén, Monique Lundberg og Nanna Sjøstrøm.
Framsýningin í Listaskálanum er opin fram til 5. juni.

+ mynd