Seinastu dagarnir eru heili 66 útlendskir víkingaleikarar komnir til Føroya. Hetta er í sambandi við endurskapanina av stórum bardaga, sum verður í Mannafellsdali leygardagin og sunnudagin.
Leikarar úr Íslandi, Danmark, Svøríki, Týsklandi, Australia og Onglandi eru hesa vikuna komnir til Føroya at framføra ein víkingabardaga og hava víkingadagar í Mannafellsdali. Hetta er ímillum Kaldbaksbotn og Kollafjørð.
Í 1306 vildu suðuroyingar ikki vildu lata sær lynda at rinda okurskatt til dómkirkjuna, sum Mús, bispur, ætlaði at byggja í Kirkjubø. Bispur savnaði sær herlið av norðanfjørðsmonnum norðanfyri Hórisgøtu at taka ímóti monnum sunnanfyri, sum høvdu brynjað seg út. Herliðini brustu saman í Mannafellsdali, og tað er hetta borgarakríggið, sum ætlanin nú er at endurskapa.
Tað er mentanar- og vinnuframafelagið, Rótvíkingar, sum skipar fyri tiltakinum, ið tey nevna Beserk 2013. Umframt framførsluna av víkingabardaganum fáa fólk møguleika at royna seg í ymsum ítróttum og handverki.
- Tey, sum koma í Mannafellsdal í morgin og sunnudagin kunnu sjálvi royna ítrótti av ymsum slagi frá víkingatíðini, og somuleiðis fer at bera til at royna seg við ymsum víkingaarbeiði og handverki, sum til dømis at karða, spinna, flætta bond, kynda eld, mala kron, stoypa ljós og hera prýðislútir úr tini, sigur Durita Dahl Djurhuus, sum er verkætlanarleiðari.
Longu í dag ber til at uppliva víkingarnar, tí ætlanin er seinnapartin at hava ein skrúðgongu frá SMS og oman í Vágsbotn, har víkingarnir fara at framføra brot úr víkingabardaganum. Hetta verður umleið klokkan 16.00 í dag
Hoyr verkætlanarleiðaran greiða frá um víkingadagar niðanfyri greinina.