Reyðvín, breyð, ostur og ein eitt sindur nørdut samrøða. Við íblástri frá París í 1920unum, og frá tílíkum tiltøkum í Keypmannahavn, verða seks filosofiskar salonir á kaféini á Gamla Hotellinum í Miðvági komandi mánaðarnar.
Tú verður boðin inn í eitt lívsfilosofiskt rúm við framløgum og samrøðum, sum taka útgangsstøði í einum filosofiskum hugtaki hvørja ferð. Dentur verður lagdur á, at samrøðurnar vera á einum støði, har øll kunnu vera við og við evnum, ið vikoma øll.
Kvøldini byrja við einum uppleggi um evnið fyri kvøldið við heimspekinginum, Jógvan Dalbø Hansen. Síðan eru samrøður og møguleiki fyri at seta spurningar. Onkustaðni ímillum alt hetta er sjálvsagt tíð til eitt glas av víni og einum lítlum sigarsteðgi, boða fyrireikararnir frá.
Ein filosofisk salon verður hvønn mánað komandi seks mánaðirnar og tann fyrsta, sum viðger evnið Longsul, verður 16. septembur.