»Endursendingin« byrjar 15. juni

Seinnapartssendingin í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya fer at eita Endursending. Tað sigur Finnur Jensen, sum verður ein av vertunum

 

Seinnapartssendingin hjá Rás2, VágsPop, fór í luftina beint eftir tíðindini klokkan 15 í dag. Sent verður beinleiðis av Nólsoyar Pálstorginum í Vágsbotni.

 

Fyrsti gesturin er Finnur Jensen, útvarpsmaður og tónleikari. Hann syngur nakrar av sangum sínum og spælir gittar.

 

Hann segði eisini, at seinnapartssendingin hjá útvarpinum hjá Kringvarpinum í summar fer at eita »Endursending«, og at hon fer í luftina 15. juni.