Endursendar endursendingar

Tað er í fínasta ordan, at Kring­varp­ið endu­­r­sendir sín­ar send­ing­ar – og Kring­varp Før­oya hev­ur fleiri góð­ar send­ing­ar, sum verd­ar eru at end­ur­senda. Men alt við máta.

Tí nú er rættlig inflatión kom­in í end­ur­send­ing­ar – tí yms­ar send­ing­ar verða end­ur­send­ar bæði fýra og fimm ferð­ir. Og tá blívur tað altso for stutt­ligt. Tá man skal seta seg at lurta eftir næsta parti av út­merk­aðu send­ing­ini hjá Jógv­an Arge við Paula Ell­ef­­sen, og man fær somu send­ing fyri fjórðu ferð, so blív­ur tað for stutt­ligt.

So góðu kring­ar­ps­fólk! Tað er í ordan at tit end­ur­senda, men væl­sign­a­ði sig­ið frá, at tal­an er um end­ur­send­ing. Tað er eingin grund til at dylja, at Kring­varp­ið end­ur­send­ir end­ur­send­ar end­ur­send­ing­ar.

Kanska tað er eitt sind­ur flóv­is­ligt, men væl­sign­aði sigið bara sum er!