Nú hevur Bygdar- og Fornminnafelagið eisini fingið stuðul frá kommununi til ætlanina.
Á býráðsfundi í Runavíkar kommunu í farnu viku, har Elduvík er partur av, varð samtykt at lata stuðul til ætlanina.
Íalt letur kommunan 75.000 kr. til hesa spennandi ætlanina um at varðveita og endurreisa trý gróthús í eystara parti av bygdini.
Á staðnum er longu nú hongt upp eitt kort, sum lýsir hvussu nógv gróthús vóru her í gomlum døgum.
Samstundis við hetta er ætlanin at menna felagið og at geva tí møguleikar at virka í framtíðini.
Frammanundan býráðsfundinum hósdagin hevði mentanarnevndin í Runavíkar kommunu havt málið til viðgerð.
Nevndin mælti til at veita stuðulin. Og tað gjørdi býráðið eisini!