Á heimasíðunsínari skrivar Landsverk, at tey nú fara at endurnýta alt avfresað asfalt í framleiðslu sínari.
Í fleiri londum kring okkum er endurnýtsla av asfalti farin fram í fleiri ár. Landsverk hevur senni árini gjørt royndir við endurnýtslu av asfalti, og hetta hevur givið somikið góð úrslit, at stovnurin nú fer undir skipaða framleiðslu við endurnýttum asfalti.
- Ikki einans er tað ein umhvørvisligur vinningur at endurnýta asfalt, men hetta fer eisini at bera í sær sparingar. Bæði tá talan er um rávøru eins væl og orkunýtslu. Størsta sparingin fæst við at endurnýta tilfarið í asfaltframleiðsluni á verkinum, sum ber í sær eina beinleiðis sparing av rávørum. Serliga er tað sparingin av bitumen, ið er ein innfluttur oljuúdráttur, sum verður nýtt sum asfaltbindievni, ið er áhugaverd, skrivar Landsverk á heima´siðu sínari.
Fyrstu royndirnar við íblanding av avfresaðum asfalti vórðu gjørdar í 2011, og úrslitini hava verið góð. Í ár er so ætlanin at nýta endurnýtt asfalt sum fastan part av nýframleidda asfaltinum. Landsverk hevur valt eina loysn, sum ber í sær, at avfresaða tilfarið verður koyrt beinleiðis í blandaran.
Frá 1. september fer Landsverk at áseta krøv í alt útbjóðingartilfar í samband við asfaltarbeiðir, um at møguligt avfresað tilfar altíð skal endurnýtast. Eisini fer Landsverk nú at taka ímóti avfresaðum asfalti frá øðrum.










