Økið hevur verið sera óruddiligt í nógv ár, men seinastu tíðina er nógv orka løgd í at gera tað klárt. Nú er nýggja endurnýtsluplássið vorðið vakurt og rúmligt, skrivar Klaksvíkar kommunan á heimasíðuni.
Økið er hækkað við umleið tveimum metrum og samstundis fríðkað.
Býráðið samtykti 22. september 2009 at nýggja heitið á Endurnýtsluni skal vera Grønhøvdi. Endurnýtslan er beint sunnanfyri Norðhavnina.
Tað er Byggifelagið Kanjon, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.
##med2##
##med3##