Tann 1. juni millum kl. 15 og 20 skipar Dugni á Kambsdali fyri einum fjølbroyttum tiltaki Møguleiki verður at síggja fólk sum arbeiða hjá Dugna vísa, hvat tey virka dagliga á verkstaðnum.
Frá kl 16 ? 17 verða tiltøk uttandura við spølum o.ø. fyri fólk í øllum aldri.
Onnur kunnu eisini koma og hava søluborð við endurnýtslu og virkaðir heimagjørdir lutir.
Sýnt verður fram, hvussu nógv kann gerast við endurnýtslu.
Kaffi og pylsusøla verður, og um kvøldið verður tónleikur á skránni.
Tónleika/songkvinnurnar Elsa Sevdal og Jeanett Holm og Elinborg Pálsdóttir fara at spæla og syngja, og eisini verður spennandi fyrilestur við Onnu Nesá á skránni. Anna fer at siga frá sínum lívi, eftir at hon gjørdist sjónveik og um hvussu hon livir eitt virkið lív, hóast hon er vorðin førleikaskerd.
Uppboðssøla verður kl. 19.00.
Dagurin er almennur.