Tað eru ein ørgrynna av sølumiðstøðum á netinum, har føroyingar leggja alskyns lutir til sølu.
Endurnýtsla gagnar umhvørvinum og er á allar mátar ein sympatiskur háttur at ogna sær nýggjar lutir. Tað er eisini ein keyps og søluháttur, sum Sosialurin ynskir at varpa ljós á.
Tí fara vit komandi tíðina, at seta síður av í mánadagsútgávuni av Sosialinum, har vit varpa ljós á ymiskar sermerktar lutir, sum føroyingar hava sett til sølu.
Hevur tú eitt hvørt, sum tú kundi hugsað tær at sýnt fram, so er at senda ein teldupost við myndum, upplýsingum um vørum, minsta prísi og telefonnummar ella teldupostbústað til sel(at)sosialurin.fo.
Síðani fer eitt toymi av kvinnum og monnum at velja burturúr rúgvuni og seta tað í Sosialinum, sum tey halda er mest sermerkt.
Endamálið er at varpa ljós á og stuðla uppundir endurnýtslu.