Í farnu viku vóru evnisdagar á Skúlanum á Argjahamri, har endurnýtsla og skiljing av ruski varð sett á breddan. Tórshavnar kommuna fegnast um raðfestingina av umhvørvinum og greiðir á heimasíðu síni frá evnisdøgunum:
Hádeildin gjørdi diskosuppu úr matleivdum frá handlum til allan skúlan, og børnini høvdu egnan borðbúnað við í skúla. Nærum 70 næmingar úr 5. og 6. flokki vitjaðu á Brennistøðini á Hjalla og á Dugna, og næmingar hava seymað toyposar, gjørt pynt úr gomlum krukkum, bamsur úr gomlum sokkum og ymiskt annað spennandi.
Í gamla Argja skúla varð nógv gjørt burtur úr at skilja rusk, men síðan Skúlin á Argjahamri varð tikin í nýtslu, hava lærarar og næmingar harmast um, at umstøðurnar ikki loyvdu teimum at skilja og endurnýta rusk.
Fyri at stimbra undir endurnýtsluna hevur Náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar kommunu tískil stuðlað við peningi til at keypa nýggj ruskíløt, ið loksins eru tikin í nýtslu. Skilt verður í tríggjar bólkar: vanligt rusk, papp og pappír og matleivdir.
Til matleivdirnar hevur skúlin smíðað ein kassa til sankutøð. Umframt børn og lærarar eru eisini húsavørðurin og vaskifólkini við í hesi verkætlan.